Er Føroyska Heilsuverkið gott nokk? Eru CTD, kanningarnar góðar nokk?

Sjálvt um CTD kanningin sum var sett í verk, var eitt sera stórt framstig, og serliga tá hugsað verður um, at einki var gjørt í 15 ár, so má tó ásannast, at tað Føroyska Heilsuverkið ikki er gott nokk. Øll sum í dag ynskja eina CTD kanning, hava sama møguleika til at fáa tikið eina blóðroynd, fyri at staðfesta um ein hevur sjúkuna CTD ella ikki, og tað er so tað. Um so er, at læknin metir, at talið er so mikið lágt, at vandi er fyri at persónurin hevur sjúkuna CTD, so verður viðkomandi persónur innkallaður til nýggja blóðroynd. Og tað er bara ikki gott nokk.

Øll hini, sum hava fingið eina kanning, fáa einans at vita hvussu lágt ella høgt í teirra tal er, og tað er so avgjørt ikki gott nokk, eingin, sum ikki tekur eina gen-kanning veit, um tey eru bererar ella ikki, og tí er kanningin ikki góð nokk. Teir í stýra fyri tí Føroyska Heilsuverkinum vita, at hendan kanning ikki er góð nokk, menn tey skulla spara pening, og tá tey nú hava sett eina kanning í verk, so skulla vit onnur bara vera glað fyri tað, líka mikið um so kanningin kann brúkast ella ikki.

Ein loysn kunndi verið, at tann polittiski mynduleikin kom við tí uppskoti, at játtaði peningurin uppá 50. mill. kr. til eina umbygging av teimun fornu bygningunun úti í Tinganes, var skorin niður til einar 35. mill. kr. Og so kundi tær 15. mill. kr. verið nýttar til eina gen-kanning av øllum teimun Føroyingun sum hava fyri neyðini at fáa eina gen-kanning, tað vildi givi Føroya fólki eina tryggari framtíð, í hvussu so er, væl meiri enn nakrir gamlir bygningar úti í Tinganesi kunna gera tað.

Tað er átrokandi neyðugt fyri øll tey sum skulla hava børn saman, at tey vita um tey eru berarar ella ikki, og tí skulla øll hesi fyrr ella seinri, hava gjørt eina gen-kanning, so sjálvandi skuldi hendan gen-kanning verið tikin samstundis sum tann vanliga carnitin kanningin. Tað er beinleiðis skeift, tá læknar gera sína egnu meting um nakað, sum teir ikki kunna stýra, eingin lækni kann útfrá eini vanligari carnitin blóðroynd, bara gera eina meting um, at ein er bereri ella ikki, hettar er nakað sum vit dagliga hoyra um, ein lækni kann (ongantíð) siga við vissu, at ein persónur sum hevur eitt tal uppá 8-10 ella 10-18, er berari ella ikki. (Líka mikið hvørja útbúgving hann ella hon so hevur).

Tað er í dag prógva á, University of Minnesota, at allir berarar kunna hava onkran feil, onkur sjúkueyðkenni á sama hátt sum ein í hevur sjúkuna CTD, so sum hjartatrupuleikar, sum ger at tey ikki eru líka frísk/røsk sum ein ikki berari, tað sigur seg sjálvt, at ein berari sum hevur eitt carnitn sum liggur niðri á 8-10. ikki er frískur, tá talið skal liggja millum 24 -64, hesin persónur (skal) hava carnitin, eg havi sum berari, sjálvur havt stórar trupuleikar við hjartanum, sjálvt um mítt carnitin liggur á 38.

Tann 14 feb. 2010, kundu vit lesa á Portalinum. At Landslæknin hevur nú kunnað danska heilsustýrið um álvarsomu CTD-sjúkuna. Tað sigur, Aksel V. Jóhannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Tað fyrsta ein hugsar um er, hví kemur Landslæknin ikki sjálvur og sigur okkum øllum frá hesi (stórhending), hvat við, at kunna føroyingar um deyðiligu sjúkuna CTD. Tað er harmuligt, at Landslæknin fyri Føroya Land, ikki kann koma við onkrum meiri uppbyggjandi, okkurt frá tí veruliga lívinum, okkurt sum vit øll kunna brúka til nakað.

Ein kann ikki annað, enn taka hettar fyri tað sum tað er, skemt, og ein háan ímóti tí Føroyska samfelagnum, allir Føroyingar minnast greinina í Dimmu fyri einum árið síðan, “Eitt makaburt roknistykki um Lív”, har Landslæknin nágreiniliga sigur frá hvussu trupult tað verður at seta eina kanning av CTD í gongd, (menn, at hann hevði gjørt eitt tilmælið til Sundhedsstyrelsen), sum so tók fleiri mánaðir at svara, og sum endaði við, at tað ikki kundi brúkast kortini.

Danska heilsustýri (Sundhedsstyrelsen), hevur kent til lívshættisligu sjúkuna CTD, frá fyrsta degi av líka síðan 1995, og líka leingi sum Landslæknin eisini hevur kent til hesa sjúku. Á sama hátt sum allir læknar og yvirlæknar í Føroyska Heilsuverkinum hava kent til hesa sjúku síðan 1995. Og á sama hátt sum, professarar og gen-granskarar á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark, eisini hava kent til hesa sjúku síðan 1995. Teir læknar sum vit hoyra mest til í Danmark eru, yvirlækni Flemming Skovby og yvirlækni Alland Lund, sum øll árðini hava havt sjúklingar úr Føroyum til kanningar og viðgerar á Ríkissjúkrahúsinum hvørt ár síðan 1995. Tá ein tosar vi hesar yvirlæknar og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum, so royna hesir ikki uppá nakran máta, at dilja teirra vitan um hesa sjúku, og als ikki á sama hátt sum teir føroysku læknarnir gera tað.

Tá ein so hugsar um teir fimm føroysku yvirlæknarnar, sum brúktu 10 ár, líka frá 1995-2005, til at granska hesa lívshættisligu sjúku, fyri síðan at útgeva teirra vitan, í Ugeskrift for Læger í 2004-2005, har teir greiniliga lýsa út í æsir, hvussu vandamikil henda sjúkan CTD í veruleikanum er, fyri okkum Føroyingar, so kann ein ikki annað enn harmast. Samstundis gera somu læknar nógv burtur úr, at greiða frá hvussu vandamikið pencilin og annað medisin er fyri teir sjúglingar sum hava sjúkuna CTD, heldur ikki tað meintu hesir læknar, var nakað sum vit Føroyingar skuldu hava nakra vitan um. Hettar er so ræðuligt, at eg ikki eigi orð fyri tí.

Tá ein so spyr somu læknar hví teir ikki eisini samstundis upplýstu allar Føroyingar um hesa vandamiklu sjúku, so møtir ein bara undanførslum. Og ein fær kensluna av, hvussu somu læknar bagatellisera hesa deyðiligu sjúku, so ein kann ikki annað enn harmast um, at hesir somu læknar royna at rættvísgera teirra avgerðir.
Hvat var endamálið við at útgeva eina so víðfevnda gransking fyri útlendingum?

Eingin lækni kann rættvísgera, at teir ikki upplýstu okkum Føroyingar um hesa deyðiligu sjúku, sum teir vita, og sum teir hava kunngjørt í fjølmiðlunum, hevur tikið lívi av fleri børnum, ungum og vaksnum, á sama hátt sum eingin politikkari kann rættvísgera, at einki var gjørt fyri at upplýsa okkum Føroyingar um hesa vandamiklu sjúku.

Fyri at finna út av hvussu Patientklagenævnet arbeiðir, so vóru sendar kærur inn um hesar læknar, eisini var send kæra inn um, Jesper Fisker, Stjóra fyri Sundhedsstyrelsen, hesar kærur vóru allar sum vænta avvístar, tá ein so kannar eftir hvør tað er sum stýrir hesum stovnum, so eru tað somu nøvnini sum ganga aftur í, Sundhedsstyrelsen, Patientklagenævnet og Statens Serum Institut. Í hesum sambandi kann nevnast, at Statens Serum Institut hevur ein árligan umsetning uppá ca. 1.4 milla. kr. og hava ca. 1400 fólk í starvi.

Eitt nú var tað, lækni, Peter Saugmann Jensen, sum svaraði mínum brævi til, Stjóran fyri Sundhedsstyrelsen, Jesper Fisker, sum eisini er at finna sum formaður í Statens Serum Institut, í brævinum til mín sum kann lesast á míni heimasíðu, HYPERLINK "http://www.johndk.dk"www.johndk.dk , sigur hann millum annað. (Husk i den forbindelse, at i altid har mulighed for at klage til Sundhedsvæsnets Patientklagenævn, hvis der er noget vedrørende diagnostikken eller behandlingen i mener, burde være gjort anderledes). Hettar sær sjálvandi gott út á pappírinum, eitt annað er verðuleikin, sjálvandi fara teir ikki at góðtaka eina kæru ímóti sær sjálvum, heldur ikki ein kæra ímóti Landslæknanum kann góðtakast, tá Landslæknin í Føroyum er í starvi hjá Sundhedsstyrelsen.

Fyri einum góðun árið síðan tá vit kannaðu eftir hvussu PKU-kortini verða brúkt, kundu vit lesa á netinum (alnótini), at blóroyndir tiknar av børnum (nýføðingi), ikki kunna brúkast í kanningini fyri sjúkuna CTD, grundgevingin var tann, at hevur barni sjúkuna CTD, so fær fostri alt karnitini frá mammuni og hevur tí fullan kapasitet av carnitin tá barni verður føtt, bert í teimun føri tá mamman eisini hevur sjúkuna er ein broyting í, hettar vita læknar sjálvandi, ella rættari, hettar eiga læknar at vita.

Sum vit øll vita, so var játta 1. mill. kr. til, Statans Serum Institut, fyri at kanna øll PKU kort síðan 1986, sjálvt um mann visti, at kanningin var til onga nyttu. Heldur ikki tók mann av einum nógv betri tilboðið frá føroysku fyritøkuni í Odense.
Tann 23.2.2010, kundu vit í Degi & Viku hoyra týska læknan greiða frá, tí sum vit hava vita í meir enn eitt ár, at PKU kortini eru óbrúkulig til eina kanning av sjúkuni CTD, tað sama sum ein og hvør kann lesa um á netinum. Aksel V. Johannesen, er tó ikki heilt samdur, tí mann kanska kann finna eini 6 % , sum tó kortini vera funnin við eini blóðroynd. Sannleikin um PKU kortini er tann, at tað nú ikki er møguligt at steðga kanningini sum er sett í gongd, og so kann tað verða líka mikið við, at 1. mill. kr. fer fyri bakka, sum sjálvandi skuldi verið brúkt sum ískoyti til eina gen-kanning fyri sjúkuna CTD.

Sum læknin, David Hovgaard, á Statens Serum Instetut sigur, so hevur hann altíð møguleikan fyri at gera eina Gen-kanning sum er 100 % sikkur, um hann er í iva. Sannleikin er tann, at um hendan milliónin var brúkt til at gera eina gen-kanning av øllum PKU kortunum, so var tað ein meining við kanningini, tá vildi prísurin sjálvandi verið hægri, og hvat so, tað er fullkomiliga meiningsleyst, at gera eitt arbeiði sum kortini ikki kann brúkast til nakað.

John Jensen
Esbjerg tann. 28.2.2010
HYPERLINK "http://www.johndk.dk"www.johndk.dk / HYPERLINK "mailto:jojendk@yahoo.dk"jojendk@yahoo.dk
mobil: 61 69 22 18