Er burðardygg leiðsla nakað nýtt?

Eg havi avgjørt at stilla upp til Løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.

 

Tá ið eg fekk áheitan frá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag um at stilla upp til valið 26. mars metti eg at um eg skuldi royna meg á politiska pallinum, so var tað nú.

 

Takk fyri álitið Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, og hesir fyrstu dagarnir hava heilt vist víst mær at hetta var ein avgerð, ið nógv orka og meining var í - tað hevur helst ongantíð verið meira neyðugt at vit taka seinasta teinin fram ímóti sjálvstøðugu tjóðini.

 

Mamma mín Elsba Hardlei (oftani nevnd Elsba í Skotinum) gjørdi nógv burturúr at siga frá og bera arvin víðari frá abba mínum Mads Andrias Jacobsen (helst meira kendur sum M. A. Jacobsen).

 

Virki hansara fall saman við eina avgerandi menningartíð í føroyska samfelagnum, har tjóðskaparlig sjálvsfatan, fólkaræði og mentanarligt sjálvsvirði vóru í broyting.

 

Abbi arbeiddi fyri at styrkja føroyska málið, mentan og samfelagsskipanirnar og trúði uppá einar sjálvberandi Føroyar.

 

Hann skilti týdningin av mentan sum grundarlag undir samfelagsmenning. Hann arbeiddi við ábyrgd, virðing og langtíðarsjónarmiðum og legði dent á politikk sum tænastu.

 

Nøkur virði og ein grundleggjandi menniskjaáskoðan, ið eg havi roynt at taka til mín og eftir besta førimuni at útinna í verki.

 

Hendan hugsjónin og menniskjaáskoðanin er júst tað, ið eyðkennir okkum í Tjóðveldi. Vit eru errin av okkara landi og vit byggja okkara framtíð á okkara menniskjaáskoðan og mentan - við sterkari savningarmegi, har vit øll taka tøk saman, við øllum ymiskleikanum vit bera inn í felagsskapin.

 

Tá roynast vit best, og okkara tjóðarvirkisføri gerst haldført og ber okkum trygt fram á leið.

 

Tað er við eyðmjúkleika og djúpari virðing fyri mínum upphavi at eg skal royna at bera hendan arvin víðari at gera mítt til at Føroyar gerst eitt sjálvstøðugt land millum líkar.

 

Eg havi á mínari lívs- og yrkisleið roynt at virka í verki eftir hesum virðum og hesari áskoðan. Sum leiðari á ymsum arbeiðsplássum - bæði privatum virkjum, almennum stovnum og stórum verkætlanum - havi eg lagt dent á at hjálpa øðrum at eydnast.

 

At skapa ein arbeiðsfelagsskap, ið er rúmligur og virkin - har øll hava eina týðandi rødd og virka í felag fyri at eydnast at loysa okkara høvuðsuppgávu móti kósini, ið sett er.

 

Mínar royndir eru at tílík leiðslu- og arbeiðsmentan ber longst - samstarvið betrast við áliti og rættvísi sum týðandi lutir. Trivnaður, heilsa og arbeiðsgleði styrkist og harvið fáa vit best møguliga avrikið - leingi.

 

Tað er í grundini tað, ið burðardygg leiðsla er í verki og sum er grundarlagið undir ferðini fram móti einar frælsar burðardyggar Føroyar.

 

Tjóðveldi vil fremja hetta í verki - kemur tú við?

 

Set tí X við Tjóðveldi - um tú vil hava eina nýggja, og í verki roynda rødd í Løgtingið - so vís mær álit og gev mær tína atkvøðu - so koyra vit á! 

 

 

 

Steinbjørn Hardlei

 

Stjóri í Hardlei Consult, sum hevur sum tilverugrundarlag at hjálpa leiðarum í Føroyum at eydnast. Havi drúgvar leiðsluroyndir, m.a. verið rektari á Glasi, har eg eisini undirvísi. Til Løgtingsvalið 26. mars 2026 stilli eg upp fyri Tjóðveldi.