Er íbindingargjaldið hjá fjarhitabrúkarum rættvíst

Tað er skilagott at endurvinna, har møguleikin er til staðar. Tó skal fríheitin hjá tí einstaka borgaranum altíð virðast.

Jákup Suni Joensen

Býráðsvalevni á lista A



Fleiri av sethúsaeigarunum, sum hava búsett seg í Hoyvíkshaganum, eru komin undir tær treytir, at tey skulu binda í fjarhitaleiðingina, sum kemur frá brennistøðini á Sandvíkahjalla.

Kostnaðurin skal tó ikki vera hægri enn hjá sethúsaeigarum, sum hava oljufýr. Íbindingargjaldið til fjarhitan er í dag 25 túsund kr. + 18 túsund kr. fyri varmavekslara. Hetta gjald skal sammetast við oljutanga, ketil, oljufýr og kaminu v/ montering, og um so er at sethúsið er í einum plani, er prísurin fyri hetta umleið 22 túsund kr.

Hetta er tí avgjørt nakað, sum eigur at verða kannað og broytt, soleiðis at allir sethúsaeigarar eiga at vera líkastillaðir.

Eisini er tí sera umráðandi at velja ein sterkan Fólkaflokk inn í býráðið til komandi fýra árini, tí hann skal til at broyta øll slík viðurskifti, sum binda niður ávísar borgarar. Fólkaflokkurin gongur inn fyri fríheit, framburði og frælsi.