Eplapetur: Nýggj barnafløga

Í dag kemur nýggj barnafløga út. Tað er Plátufelagið Tutl, ið gevur út fløguna Eplapetur. Hetta eru sangir, sum Alexandur Kristiansen hevur yrkt, meðan Pauli Hansen hevur gjørt løgini. Eplapetur er ein løgin jassur, sum tekur børn við sær út á ferð. Tú hittir firvaldin, sílini, høgguslokkin, sjóormin, hummaran? og tú fert til Amerika, Egyptalands og nouður á Oyri

Fløgan er ein samanhangandi søga, sangirnir umboða so ymisk stílsløg sum swing, rock, bossa, calypso, vals o. a. og tekstirnir eru av tí stuttliga slagnum, sum Alexandur jú er ein meistari í.

Tónleikarar á fløguni eru Bára hansen sang, Dávur Djurhuus, Jákup Lützen, Rebekka Blak, Iben Cebes, Ronnie Nielsen og Pauli Hansen syngja kór, herluf Lützen og Pauli Hansen spæla gittar, Edward Nyholm Debes spælir bass, Jónleif Jensen spælir trummur, Sharon Weis spælir floytu og Knút Olsen spælir harmoniku.

Staðið fyri upptøku og ljóðblandi hevur Jón McBirni. Ronnie Nielsen hevur tó ljóðblandað tvey av løgunum. Upptøkan fór fram í Studio 93 í mars/apríl í ár.

Myndina á hylkinum hevur Heiðrikur á Heygum teknað.