Fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Graham Taylor, er deyður 72 ára gamal. Tað skrivar BBC. Hann var enskur landsliðsvenjari frá 1990 til 1993.
Sum spælari var hann verjuspælari og spældi við Grimsby Town frá 1962 til 1968, tá hann skifti til Lincoln City, har hann spældi frá 1968 til 1972. Har bleiv hann síðani venjari, og vandi eftirfylgjandi feløg sum Watford, Aston Villa og Wolverhampton. Hann gavst sum venjari í 2003.
Í 1990 bleiv hann settur sum enskur landsliðsvenjari. Graham Taylor megnaði at vinna seg til EM endaspælið í Svøríki, men Ongland kom ikki víðari úr bólkaspælinum. Hann takkaði fyri seg á enska landsliðnum, tá tað í novembur 1993 varð greitt, at Ongland ikki kom til HM 1994 endaspælið í USA.