Ein av ungu føroysku fótbóltsleikarunum, sum í heyst gjørdi nógv um seg á føroyska U-17 landsliðnum, var Christian R. Mouritsen úr HB.
Fótbóltsevnini hava leingi verið eyðsýnd, og góðu avrikini á altjóða pallinum hava avgjørt borið við sær, at útlendski áhugin eisini hevur verið til staðar. Soleiðis var hann fyrr í ár í enska Everton til venjingar, og fyri stuttum hevur hann aftur verið í Onglandi. Hesa ferð hjá Manchester City.
Og nú ljóðar, at enska felagið hevur ein veruligan áhuga í at knýta unga leikaran til talent-hópin hjá sær. Og hetta verður so heldur ikki avsannað í HB, sum enn hevur leikaran í felagnum.
- Tað er eingin loyna, at Christian er ein spennandi leikari. Tá hann var í Everton, lótu tey eisini væl at honum, og áhugi var eisini í, at hann skuldi koma aftur at venja, sigur Birgir Enghamar, formaður í HB.
- Tað bleiv so ikki til nakað í fyrsta umfari, og tað er helst eingin loyna, at tað síðani hevur verið ávísur dialogur við Manchester City um leikaran, men enn er tó alt ov tíðliga at staðfesta, hvat spyrst burturúr hesum. Kemur tað hartil, so er talan um ein spurning, har vit í HB, enska felagið og ikki minst leikarin sjálvur skulu semjast um nakrar treytir, og hartil eru vit so als ikki komin enn, sigur Birgir Enghamar.
Tað er NAFA við Jákupi í Stórustovu, sum umboðar Christian R. Mouritsen, men í verandi støðu vil umboðsmaðurin ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið.
- Tað er jú kunnugt, at Christian hevur verið í bæði Everton og Manchester City til venjingar, og tær hava gingið væl. Men annað enn tað fái eg ikki sagt í løtuni, er einasta viðmerkingin, sum Jákup í Stórustovu hevur um málið.