Enskt er gongda leiðin

? Nógvir føroyingar duga avbera væl enskt. Men sum heild haldi eg ikki, teir duga nóg væl, og tí kunnu vit ikki bara lata standa til, sigur Jógvan á Lakjuni, sum tí hevur sett uppskot fram um, at ensktfrálæran skal byrja í 3. heldur enn í 5.flokki, sum nú

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, er sannførdur um, at soleiðis sum rákið hevur verið seinastu árini, er tað als ongin ivi um, at enskt er tað málið, sum gevur lættastu atgongd til flest lond og vitanar-øki.
? Uttan mun til, um okkum dámar hesa gongd ella ikki, er hon ein veruleiki, vit verða noydd at fyrihalda okkum til, tí fyrsta treytin fyri at vit kunnu gera okkum galdandi í framtíðarsamfelagnum er, at vit megna at samskifta við umheimin, sigur Jógvan á Lakjuni.
Ikki undirmeta danskt
Hóast landsstýrismaðurin ongar ítøkiligar kanningar hevur at halda seg til, er hann ikki í iva um, at neyðugt er at betra um fremmandmálsligu førleikarnar hjá føroyingum. Og hóast tað ikki finnast ítøkilig prógv um, at jú fyrr næmingar læra eitt fremmandamál, jú betri fara teir at duga tað, heldur hann tað framvegis vera eina gongda leið at flyta byrjunarfrálæruna í enskum úr 5. niður í 3. flokk
? Tað sigur seg sjálvt, at jú longri tú hevur havt eitt fak í skúlanum, jú betri møguleika hevur tú fyri at gerast dugnaligur í tí. Ein nátúrlig avleiðing av hesum vildi eitt nú verið, at skúlin hækkaði krøvini til próvtøkurnar í enskum í teimum eldru flokkunum til ta tíð. Sum er, er til dømis ongin skrivlig próvtøka í enskum í 9. flokki, men við tvey ára longri frálæru í fakinum, hevði tað verið upplagt at tikið tann skrivliga partin við eisini.
Jógvan á Lakjuni er ikki bangin fyri, at tað enska fer at órógva hina málsligu frálæruna ella ørkymla næmingarnar, og sum er, eru ongar ætlanir um at lata frálæruna í donskum byrja seinni.
? Vit eiga at ansa eftir, at vit ikki undirmeta týdningin av, at føroyskir næmingar eru so stinnir í donskum, sum teir eru. Kanningar vísa til dømis, at føroyskir næmingar eru teir, sum eru best fyri í teimum Norðurlendsku málunum sum heild, og tað er ongin ivi um, at hetta hongur saman við einum góðum grundstøði í donskum. Tí verður heldur ikki talan um, at seta enskt í staðin fyri danskt, sigur Jógvan.
Hetta er tó ikki einasta orsøkin til, at landsstýrismaðurin ikki hevur ætlanir um at nerta dansktfakið hesum umfari. Ger hann tað, er hann bangin fyri, at vit enda aftur í sama gamla kjakinum um, nær dansktfrálæran skal byrja við tí úrsliti, at als onki hendir.
Eftirlýsir kjak
Landsstýrismaðurin ásannar, at best hevði verið, um vit høvdu ítøkiligar kanningar av fremmandmálsligu førleikunum hjá føroyingum at halda okkum til, men at vit ikki hava tær eigur ikki at vera orsøkin til, at vit bara lata standa til og onki gera.
? Fyrr ella seinni má ein avgerð takast, men uppskotið skal ikki skiljast sum einasta og endaliga loysnin á hesum málinum. Hetta er líka so nógv eitt upplegg til kjak, og tað undrar meg stórliga, at ikki fleiri hava nýtt høvið til at koma við viðmerkingum og øðrum sjónarmiðum, sigur Jógvan og vísur aftur, at hann skal vera komin við hesum uppskotinum uttan at hava ráðført seg við onnur. Bæði fólk í mentamálaráðnum og onnur, ið hava ein fingur á pulsinum, hava verið við í arbeiðinum, sigur landsstýrismaðurin og leggur afturat, at ongin skal vera í iva um, at hann framvegis heldur enn fegin vil hava eitt so breitt og fjøltáttað kjak um hetta málið, sum gjørligt.
Spurdur um, hvønn leiklut hetta uppskotið hevur í einum størri málpolitiskum høpi, sigur Jógvan á Lakjuni, at fyribils er ætlanin bert at gera teir yngru næmingarnar varisliga kunnugar við teirra fyrsta veruliga fremmandamál eitt sindur fyrr. Samstundis vísir landsstýrismaðurin á, at málpolitikkur saktans kann fremjast í verki aðrastaðni enn innanhýsis í føroysku skúlaskipanini. Hann vísir á, at so seint sum í heyst kom ein kunngerð í gildi um at veita lán til málskúlauppihald á europeiska meginlandinum. Skipanin virkar soleiðis, at fer næmingurin undir hægri lestur í viðkomandi landi innan eitt ár, verður lánið at meta sum útbúgvingarstuðul, ið ikki skal gjaldast aftur.
? Hetta er bara eitt av nógvum átøkum, sum verða gjørd fyri at stimbra hugin og gera tað lættari hjá teimum ungu at fara undir útbúgving aðrastaðni enn í Norðurlondum og teimum enskttalandi londunum, samstundis sum tey læra seg onnur mál og menna tvørmentanarliga førleikar, sigur landsstýrismaðurin.