Eitt danskt orðatak er soljóðandi: En ulykke kommer sjældent alene...
Fyrr í kvøld spenti Arsenal enn einaferð bein fyri sær sjálvum í tráðanini at vinna Premier League fyri fyrstu ferð síðani 2004. Heldur óvæntað tapti Arsenal á heimavølli ímóti Swansea, ið er nummar 16 í Premier League. Og sum steinur oman á byrðu, so váttaði Arsene Wenger aftaná dystin, at málverjin hjá Arsenal, Petr Cech, ikki verður við í stóra dystinum ímóti Tottenham í vikuskiftinum, tí at hann gjørdist skaddur í sjálvari yvirtíðini av kvøldsins dysti.
Cech var runnin fram við til eitt horna í einari síðstu roynd at bjarga stig ímóti walisiska útiliðnum, men tá ið hann skuldi renna heimaftur, var málverjin so óheppin at fáa ein skaða í baklærið, ið merkir, at hann sum minst ikki verður við ímóti Tottenham leygardagin.
Við at vinna dystin ímóti Swansea hevði Arsenal møguleikan at hála stig inn á bæði Leicester og Tottenham, ið eru frammanfyri á stigatalvuni, men hesin møguleikin varð misnýttur so dyggiliga. Væntandi verður tað David Ospina, sum yvirtekur plássið hjá Petr Cech, tá ið Tottenham og Arsenal hittast á White Hart Lane leygardagin klokkan 12.45.











