Nú frestin er farin at boða frá hjá nýggjum lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, eru nøkur fá pláss eftir.
Tað skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.
Treytin fyri upptøku er miðnámsprógv við góðum karakteri í máli.
Til upptøkuna á hinum útbúgvingunum hetta lestrarárið eru øll plássini fullsett, verður sagt.