Enn er óvist nær tað verður bíligari og betri

Hóast summrið nærkast við sjeymílafetum, er tað enn ongin sum kann siga við vissu, nær ætlanin verður sett í verk um bíligari ferðaseðlar og fleiri túrar við Strandferðsluni

Tað var longu í fjør, at landsstýrið boðaði frá, at tað skuldi vera væl bíligari at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni.
Nevnt var, at prísurin skuldi niður í umleið helvt, samstundis sum munandi størri avsláttur skuldi latast fyri 10-túrakort.
Harafturat skuldi tað lætta munandi um hjá ferðafólki, at hereftir skulu tey bara keypa ferðaseðil annan vegin, so tað ikki skuldi vera neyðugt at stilla seg í bíðirað at fáa ferðaseðil tvær ferðir.
Samstundis skuldi skipini sigla fleiri túrar. Eitt nú var ætlanin, at Smyril skuldi sigla tríggjar túrar afturat um vikuna og helst skuldu meiri sigling verða um vikuskiftini.
Tað varð eisini boðað frá, at hesar skipanirnar skuldu koma í gildi fram ímóti sumri og mei mánaði varð nevndur sum eitt gott boð.
Men hóast tað nú ikki eru meiri enn slakar tríggjar vikur til 1. mai, er tað enn ongin, sum kann siga við vissu, nær ferðaseðlarnir hjá Strandferðsluni verða bíligari og túrarnir fleiri.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at Strandfeðslan arbeiðir við málinum men í morgun dugdi hann ikki at siga, akkurát, hvussu landið liggur.
Niels Juel Arge Stjóri á Strandferðsluni, sigur somuleiðis, at arbeitt verður við málinum.
Men heldur ikki hann dugir akkurát at siga, nær komið er á mál.
Hann sigur, at tey hava nógv jørn í eldinum. Bæði summarferðaætlan skal leggjast og Bygdaleiðis skulu bjóðast út, so í eina tíð hevur ikki so stór orka verið til avlops at arbeiða við prísbygnaðinum á ferðaseðlum.
Men arbeiðið er tikið upp aftur og gongd er í málinum, leggur hann afturat.
Hann hevur skilt tað soleiðis, at ætlanin er, at túratalið skal økjast nú í mai mánaði, men at tað verður ikki fyrrenn um hálvárið, mitt í summar, at prísbygnaðurin verður broyttur.