Enn er nógvur vindur kring landið

Landsverk boðar frá vindi, hvassum vindi, stormi og hálku kring landið

Stormur hevur verið um vikuskiftið, og hóast tað tykist, sum tað er við at hasa av, so boðar Landsverk frá vindi, hvassum vindi, stormi og hálku kring landið. Landsverk sigur soleiðis um koyrilíkindi á fylgjandi vegastrekkjum: 

 

  • Gjáarskarð - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - Stormur, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Sandoy, á Brekkuni Stóru - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 25 m/s
  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 30 m/s
  • Gjáarskarð - Boða verður frá hálku
  • Kambsdalur - Roknast kann við hálku
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - Roknast kann við hálku
  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri - Roknast kann við hálku
  • Tjørnuvíkarvegurin - Roknast kann við hálku
  • Høgareyn - Roknast kann við hálku
  • Hvalba - Roknast kann við hálku