Enn ber slett ikki til at siga, nær arbeiðið verður aftur á uppsjóvarvirkinum, Varðanum Pelagic, á Tvøroyri, sum kolaðist upp av eldi fríggjadagin 9. juni.
Tað staðfesti Bogi Jacobsen, stjóri á Virkinum, á borgarafundi í Trongisvági í kvøld.
Hann sigur, at mánadagin koma maskinur at beina toftirnar av virkinum burtur, og tað verður alt beint umborð á eitt skip, sum kemur á Tvøroyri til endamálið, og sum síðani førir alt burtur. Bogi Jacobsen sigur, at tað arbeiðið fer væntandi at varða í tríggjar ella fýra vikur.
Higartil er so stutt fráliðið, at enn hava tey ikki havt stundir at hugsað nakað serligt um, hvussu virkið skal byggjast upp aftur.
Tað einasta, ið er greitt, er at virkið verður bygt aftur, men tað hava tey ikki rættiliga havt stundir til at hugsa um enn. Higartil er øll tíðin farin til at avgreiða ymsar spurningar í sambandi við eldin, eitt nú tryggingarviðuskifti, at fáa uppruddingina avgreidda, at eftirmeta støðuna og at tryggja, at starvsfólkið kundi koma so væl frá skelkinum sum gjørligt.
Men Bogi Jacobsen segði, at tá ið grundin er ruddað, er stundin komin at hyggja frameftir aftur og so skal ein tilgongd leggjast til rættis at fáa eitt nýtt virkið. Men tað skal eitt drúgt fyrireikingararbeiði til og tí er óvist, nær virkið verður liðugt og fólkið sleppur til arbeiðis.
Eyðvitað vóru fólk forvitin eftir at fáa stjóran at seta dagin á, og spurdur um virkið verður klárt aftur um eitt ár, svaraði hann, at tað verður tað kanska, men meiri enn tað vildi hann ikki binda seg til.