Enn er friðarligt hjá løgregluni

Enn er bara onkrir smávegis skaðar fráboðaðir

Tað hevur verið nógvur vindur í dag, men enn hevur løgreglan ikki fingið nakrar fráboðanir um skaðar.

Løgreglan sigur, at einstakar fráboðanir hava verið um at húsaklædnir og plátur eru loysnaðir, men tað varð skjótt avgreitt. Men við Gjógv er ein garður grótrapaður á vegin og í Kirkjuni eru rútar farnir, har tann eini rúturin fór heilur úr kirkjuni.

Hinvegin kann viðmerkjast, at tað er ikki fyrrenn nú tað líður á kvøldið, at hann brennur á av álvara.