Enn eitt nýtt føroyskt svimjimet

Føroysku svimjararnir betrast í hvørjum og aftur hetta vikuskifti varð eitt nýtt føroyskt met sett.

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti leygardagin stórt nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á SMS Jólasprint 2014 í Tórshavn svam teinin uppá 29.59 sekund. Tað skrivar svimjing.com.

 

Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti føroyska juniormetið á 30.00, frá FøroyaMeistarastevnuni í Havn í 2013.

 

Eyðbjørn skavaði sostatt heili 39 hundraðpartar av einum sekundi av gamla metinum.

 

Tað var Havnar Svimjifelag, ið skipaði fyri SMS Jólasprint 2014 í svimjihøllini í Gundadali leygardagin.