Enn eingin avgerð um Kristin

Men nú fer borgarstjórin í feriu

Nógv mál vóru á skránni, tá Tvøroyrar býráð í kvøld møtti til býráðsfund, men mest spenningur var kortini um eitt mál, ið ikki var á skránni.


Tí heldur ikki í kvøld varð nøkur avgerðin tikin í stríðnum í Tvøroyra býráð, har ein meiriluti ynskir at viðgera, um Kristin Michelsen, borgarstjóri og løgtingslimur, hevur loyvi at røkja báðar sessirnar samstundis.


Tað var í september, at javnaðarumboðini, Bjarni Hammer, Súsanna Bertholdsen, Bogi Johannesen og Kristina Roest, settu spurning við, um tað var rætt, at Kristin Michelsen røkti báðar sessir, men hóast fleiri býráðsfundir hava verið síðan, hevur málið ikki verið á skrá.


Heldur ikki í dag var málið á skránni, men kunnaði borgarstjórin í staðin býráðslimirnar um, at hann fer í feriu.


Spurdur um hvussu leingi hann fór at vera burtur, svaraði borgarstjórin, at tað visti hann ikki og visti hann heldur ikki at siga, um hann var burtur restina av árinum.


Kristina Roest vildi hava greiðu á, hvussu langa feriu ein borgarstjóri hevur rætt til. Hetta tí, at borgarstjórin longu hevði verið í feriu í mai. Upplýst varð, at borgarstjórar hava rætt til seks vikur feriu, tó uttan at tað varð upplýst hvussu nógvar av hesum hann hevur brúkt higartil í ár.


Meirilutin kravdi eisini svar, um hví málið um løgtingssessin og borgarstjórasessin hjá Kristin Michelsen ikki var komið á skrá.


Her vísti borgarstjórin á, at hann hevur ivamál um Kommunala Eftirlitið, ið liggur undir Innlendismálaráðnum, sum kærumyndugleiki. Hetta tí, at seinasta málið varð viðgjørt, hevði umboð fyri stovnin sagt sína hugsan um málið alment.


Aftaná at hava tosað við sakførara um støðuna, metti borgarstjórin, at tað ger eftirlitið ógegnigt at viðgera eina møguliga kæru. Tí hevur hann skrivað Innlendismálaráðnum eitt bræv í dag, har hann heitir á ráðið at flyta kærumyndugleikan til eitt annað aðalráð. Og fyrr enn tað málið er avgreitt, verður málið um løgtingssessin og borgarstjórasessin ikki sett á skrá, upplýsti Kristin Michelsen.


Tað hevur longi verið rok millum Javnaðarflokkin á Tvøroyri og Kristin Michelsen.


Tað kyknaði av álvara undan býráðsvalinum í 2016, tá ósemja millum partarnar endaði við, at Kristin Michelsen ikki longur var á uppstillingarlistanum hjá Javnaðarflokkinum.


Endin av tí orrustuni bleiv, at Kristin Michelsen stovnaði ein kommunulista, sum á valinum bleiv størsti flokkur í býráðnum. Saman við Anitu Vibergsdóttir av borgaralistanum, fekk kommunulistin tí meirilutan í býráðnum og valdi Kristin Michelsen til borgarstjóra.


Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn eitt av valevnunum á kommunulistanum, Kristina Roest, tók sín stuðul til Kristin Michelsen aftur og beint undan ársskifitinum í ár boðaði Javnaðarflokkurin á Tvøroyri, at nú var ein nýggjur meiriluti skipaður.