Marjus Dam, løgtingsmaður
Fyri nøkrum árum síðani varð ríkisveitingin eftir einari nátt skerd við nærum 400 milliónum krónum árliga. Ongin útrokning um møguligar búskaparligar avleiðingar vórðu gjørdar.
Tað undraði ikki sørt, tí tá undirritaði legði fram uppskot um at avtaka avgjaldið av hvítavørum, so úttalaði Landabankastjórin seg greitt ímóti at avtaka avgjaldið, tí tað kom at upphita føroyska búskapin (talan var um 10-12 milliónir).
Hvussu kann ein skerjing uppá 400 milliónir krónur í reinari inntøku kunna fara aftur við borðinum uttan nakra viðmerking frá búskaparligu stovnum okkara?
Hvussu kundi tað bera til? Men tað gjørdi tað so. Karsten Hansen hevði ikki politiskan áhuga í at upplýsa um hesi viðurskiftir, og helst heldur ikki áhuga í at hoyra nakað um avleiðingarnar.
Eg havi í Løgtinginum, í nevnd, eins og í bløðunum sett fyrispurning til nú fráfarandi formannin í Búskaparráðnum Herman Oskarsson, um hvørjar avleiðingar tað fekk fyri tað føroyska samfelagið, at ríkisveitingin minkaði við 366,4 milliónum krónum árliga. Umframt at prístalsreguleringin varð fastfryst.
Fleiri ár eru farin. Onki svar. Ein tigandi tøgn. Landsbankin hevur higartil heldur onki havt at siga um hesi viðurskiftir!
Ein skuldi trú, at tað hevði stóran áhuga, serliga hjá einum búskaparráði, at lýst hvørji árin møguliga komu at vera eftir eina slíka skerjing, bæði um fiskaprísir vóru høgir, ella um teir vóru lágir, um alivinna gekk væl, ella ikki.
Men higatil hava vit onki svar fingið.
Skjótt fráfarandi formaðurin í búskaparáðnum fær spurningin enn einaferð. Alt búskaparráðið fær somuleiðis spurningin, Landsbankin og stjórin fáa eisini spurningin.
Nú er so mikið fráliðið, at tíðin helst er farin frá at gera eina meting. Heldur er rímiligt at gera eina eftirmeting av avleiðingunum av at skerja ríkisveitingina. Hvar høvdu vit verið búskaparliga um ríkisveitingin ikki var skerd. Í mun til at hon er skerd.
Eg haldi, at tað er ein áhugaverdur spurningur at svara uppá búskaparliga.
Um eg var alment settur búskaparfrøðingur trúgvi eg, at ein hevði havt arbeitt og svarað spurninginum, langt áðrenn hann var settur. Men hví onki svar fæst upp á hendan spurning undra eg eins og fleiri onnur seg sera nógv yvir. Hava tit sum »óheftir stovnar« fingið munnkurv? Ella er spurningurin fullkomuliga óviðkomandi, sæð frá einum búskaparligum sjónarmiði?
Hevði nakað undirskot verið á fíggjarlógini, um ríkisveitingin ikki var skerd, og fíggjarpolitikkurin annars varð førdur skilagott?
Sera áhugavert at fingið svar uppá.
Um føroyskir búskaparstovnar ikki vilja svara, so haldi eg, at rímiligt hevði verið at spurt stovnar aðrar staðir nevndu spurningar. Tí svarast kunnu hesir spurningar - og teir skulu svarast!