Tað eru bara tvær vikur síðani 24 ára gamli miðvallarin hjá Lokeren, Gregory Mertens, small um á vøllinum ímeðan hann og liðfelagarnir dystaðust. Hann fekk ein hjartatilburð og doyði nakrar dagar seinni á sjúkrahúsi.
Nú hevur enn ein vanlukka rakt belgiskan fótbólt. Leygardagin small eisini 23 ára gamli Tim Nicot um á vøllinum meðan hann var í dysti. Hann spældi henda dagin við eykaliðnum hjá felagnum Wilrijk Beerschot.
Tim Nicot fekk hjartasteðg og varð innlagdur á sjúkrahús, har hann hevur ligið í koma. Familjan var við hansara lið allatíðina, og tey trúðu eisini fult og fast upp á, at hann fór at klára seg.
- Vit tosa við hann allatíðina. Eg havi sjálv havt ein hjartatilburð og ligið í koma, so eg veit, at hann hoyrir okkum. Eg havi sagt við hann, at vit vita, at hann fer at vakna aftur, segði mamma hansara við nógvu miðlafólkini, sum vóru møtt á sjúkrahúsinum.
Í morgun komu tó sorgarboðini um, at Tim Nicot ikki orkaði meira og var deyður einans 23 ára gamal á sjúkrahúsinum í Wilrijk.









