Enn ein nullloysn hjá skálamonnum

(Frá Rás2) Venjarin hjá Skála heldur kortini, at tað er nógv leikliga at fegnast um hjá Skála hóast fimm dystir uttan eitt einasta mál

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá Skála, Paula Poulsen, sum fyri triðju ferð í ár sá sítt lið spæla javnleik 0-0 í effodeildini. Í fimm dystum hevur tað enn ikki eydnast Skála at skora mál.

 

Pauli Poulsen undirstrikar tó, at tað stendur væl til hjá Skála í verjupartinum, og tað er væl frágingið bert at hava latið trý mál inn í fimm dystum, og tá málini koma verður góður standur hjá skálamonnum.

 

Pauli Poulsen heldur ikki, at 0-0 dysturin í dag minti um 0-0 dystirnar ímóti HB og KÍ fyrr í ár. Hann heldur, at Skála, serliga í fyrra hálvleiki var leikliga betur enn ÍF, og aftur í dag hevði liðið møguleikan at skora. Í seinna hálvleiki vóru tó støður, har Andras Gango í málinum bjargaði Skála.