Enn ein góður dagur í væntu

Eitt lágtrýst, 990 hPa, í ein útsynning úr Íslandi liggur í stað og fyllist og í dag fara fleiri smærri lágtrýst, um 1000 hPa, móti Íslandi av suðri. Leygardagin fer eitt lágtrýst nakað størri í vavi, um 970 hPa, móti Íslandi av suðri og eitt tilhoyrandi brúgvalag trocar seg út á dagin inn yvir Føroyar av vestry. Sunnudagin fer brúgvalagið yvir okkum, men mánadagin og týsdagin koma nýggj brúgvaløg av suðri.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum í nátt lækkar í ein sunnan og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin í dag um 10 stig, í nátt millum 6 og 9 stig.

 

Í morgin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, leygarnattina hækkar hann í ein landsynning, 8 til 13 m/s. Sólglottar og eitt skifti ælaveður. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og suðri, 10 til 15 m/s. Sum frá líður skýggjað og út á kvøldið stundum regn. Hitin millum 10 og 14 stig.

 

Sunnudagin

Hann makar vindin niður í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sunnunáttina undir 6 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Mánadagin

Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Týsdagin

Sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og eitt skifti regn. Hitin millum 10 og 13 stig.