Enn ber ikki til at siga, nær arbeiðið at eftirmeta eldraøkið, verður liðugt. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.
Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana, hvussu gongur við arbeiðnum at eftirmeta eldraøkið.
Hann minnir á, at tá kommunurnar fingu eldraøkið at umsita í 2015, varð tað samstundis ásett, at lógirnar skuldu endurskoðast um fimm ár.
– Í ár eru fimm ár liðin, og nú eru bara fýra mánaðir eftir av árinum, men framvegis er eingin eftirmeting gjørd, sigur Heðin Mortensen
– Javnan er at síggja og hoyra í miðlunum, at tørvurin á starvsfólkum á eldraøkinum er stórur, og tí elvir tað til stúran um umstøðurnar hjá okkara elstu borgarum, leggur hann afturat.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at í summar vísti hon á, at fyrireikandi fundir hava verið við Kommunufelagið og síðani hevur tað verið gott samskiftiimillum partarnir um, hvussu arbeiðið at eftirmeta eldraøkið, skal skipast.
Tað er týdningarmikið at fáa fáa greiði á, hvussu umfatandi eftirmetingin skal vera, og hvørji viðurskifti, hon skal umfata, sigur landsstýriskvinnan.
Tað er eisini týdningarmikið fyri hana, at allir partar kunnu taka undir við arbeiðssetninginum, leggur hon afturat.
– Áðrenn ein eftirmeting fyriliggur, er tað ringt at hava eina greiða fatan av, um umstøðurnar á eldraøkinum eru nøktandi, bæði tá ið tað kemur til tal á starvsfólkum, fíggjarviðurskifti og lóggávu, sigur hon.
Og samstundis stafestir hon, at tað ber illa til at meta um, nær eftirmetingin verður liðug.