Í fleiri ár hava írar, norðmenn og føroyingar biðið bretsku myndugleikarnar lata endurvinningarverkið á Sellafield-kjarnorkuverkinum aftur, og nú er líkt til, at áheitanin verður gingin á møti.
Bretska blaðið The Guardian skrivaði í gjár, at verkið gongur bert við hálvari megi orsakað av teimum altsamt veksandi umhvørviskrøvunum, og at tað tí stendur á hjá verkinum at arbeiða burturkastið undan. Harafturat er eftirspurningurin minkaður so nógv, at í dag liggja 75 tons av plutonium og 3.336 tons av urani í goymslunum, tí eingin hevur brúk fyri tí.
Stjórin á Sellafield-verkinum, Brian Watson, sigur við The Guardian, at verkið verður latið aftur innan 2010.
Serliga írar og norðmenn hava í mong ár kravt, at bretar skuldu lata endurvinningarverkið aftur. Fyri tveimum mánaðum síðani eydnaðist tað at fáa bretar at steðga útlátinum av evninum technetium-99 í níggju mánaðir. Írar hava kortini ikki verið nøgdir og hava lagt málið fyri altjóða dómstólin í Haag.










