Tað var sannur fótbóltsrómur í Vágsbotni týskvøldið, tá Televarpið, Tórshavnar kommuna, Ljóð-tøkni og Miðlahúsið bjóðaði føroyingar til fótbóltsdyst í trappuni í Vágsbotni.
Trappan var á tremur við føroyingum, íslendingum og øðrum, ið vóru møtt at stuðla grannunum fyri vestan, tá teir møttu Portugal í teirra fyrsta EM-dysti nakrantíð.
Tiltakið, ið helst var tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, savnaði millum fýra- og fimmhundrað fólk á trappuni, tá Ísland spældi javnt við Portugal, og eydnaðist so mikið væl, at fyrireikararnir, saman við Hvonn, hava avgjørt at endurtaka fótbóltsveistluna. Næstu dagarnar verður skipað fyri, at ikki færri enn fýra dystir verða vístir á stórskíggja.
Fyrsti dysturin verður í kvøld, tá dysturin millum Týskland og Pólland, ið byrjar klokkan átta, verður vístur á stórskíggja, í annaðkvøld verður dysturin millum Spania og Turkaland vístur klokkan átta og leygardagin er ætlanin at vísa tveir dystir. Tann fyrri verður klokkan 17, tá Ísland møtir Ungarn og aftaná verður dysturin millum Portugal og Eysturríki vístur klokkan átta.
Fyrireikararnir leggja sjálvandi dent á, at tiltøkini eru treytað av, at veðrið er gott tá dystirnir verða spældir.