-Onki verður skundað í gjøgnum, vit hava hálvtannað ár at fyrireika okkum í, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, í viðmerking til opna brævið frá Yrkisfelagnum, sum stúrir fyri, at lærararnir ikki verða hoyrdir. Yrkisfelag Studenta- og HF lærara hevur í dag funnist at Mentamálaráðnum, fyri ikki at hava kunnað yrkisfelagið og limir tess nóg væl í málinum um endurskoðanina av miðnámsútbúgvingunum, sum eftir ætlan skuldi verða lagt fyri Løgtingi í hesari tingsetuni.
-Eg kann bara harmast um, at Yrkisfelagið ikki er nøgt við samskiftið við Mentamálaráðið í hesum máli. Eg vil gera alt fyri, at vit nú fáa eitt opið og konstruktivt kjak um endurskoðanina. Vit hava stundir til tess. Eg havi gjørt av, at einki lógaruppskot um broyting í útbúgvingarskipanini verður lagt fyri tingið í hesi tingsetuni, og nýggja skipanin verður ikki sett í verk fyrr enn í august 2011, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum, í tíðindaskrivi í dag.
-Hesa avgerð havi eg millum annað tikið til tess at tryggja, at endurskoðanin av føroysku miðnámsútbúgvingunum er væl viðgjørd av øllum, sum koma at varða av hesum týdningarmiklu útbúgvingum í framtíðini. Men hin vegin er neyðugt, at vit hava eitt væl umhugsað uppskot at viðgera, sigur Helena Dam á Neystabø.
Fyri stuttum var landsstýrikvinnan á fundi við skúlastjórar og leiðarar kring landið, har semja var um, at leggja eina samskiftis- og kunningarætlan til rættis,
Sostatt er greitt, at Yrkisfelag Studenta- og HF lærara fær høvi, eins og aðrir avvarandi partar, at fáa kunning í málinum, áðrenn avgerð fellur.