Endurskoðan av punktgjøldum og MVG-skipanini

  

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag


Alment um skatt og gjøld, sum áløgd verða vanliga løntakaranum.
Vit kunnu staðfesta, at samlaðu almennu gjøldini (skattur, tollur, punktgjøld og mvg), sum ta almenna nú krevur frá vanliga løntakaranum, eru so stór at hetta ger tað trupult hjá einari vanligari familju við lág- ella miðalinntøku at fáa endarnar at røkka.
Vit kunnu staðfesta, at av hvørjari vunnari krónu, so krevur landskassin uml. 60 - 70 %, íroknað t.d. skatt og mvg-gjøld, og tað halda vit vera alt ov nógv.
Vit eru ikki samd við viðmerkingunum í uppritinum til Fíggjarmálaráðið, og vit skilja ikki hvat ætlanin er, tá nevnt verður á bls. 3, at arbeiðssetningurin er at gjøldini skulu endurskoðast "so tey verða meira brúkara- og vinnuvinarlig".
Einki ítøkjuligt verður nevnt, um hvat liggur í nevnda setningi, men vit kunnu staðfesta, at ætlanin hevur als ikki verið at hava atlit til teir persónar í samfelag okkara, sum dagliga stríðast fyri at forvinna nokk til at uppihalda familju sínari, hóast vit meta tað átti at verið tann mest týðandi parturin av møguligum broytingum, at skipa soleiðis fyri, at hesum familjum varð veittur ein fíggjarligur lætti.
Hetta er serliga galdandi, tá tey vælbjargaðu í samfelag okkara fara at fáa størsta fyrimunin av ætlaða skattalættanum hjá verandi samgongu, meðan tey við lág- og miðalinntøkum fara at fáa munandi minni burturúr hesum skattalætta.
Støða okkara er, at mvg-gjøld ikki eiga at vera áløgd dagligum matvørum, sum vit øll hava brúk fyri, tí ein slík skipan rakar fyrst og fremst tey sum frammanundan hava trong fíggjarlig kor.
Tað er fyri okkum greitt, at veruliga endamálið við tilmælinum er at fáa fleiri krónur í landskassan, og vit meta tað sum eina undanførslu, tá nevnt verður á bls. 4 og 31 í tilmælinum, at "Umsitingarliga er lættast fyri allar partar við sama avgjaldssatsi fyri allar vørur og tænastur....". Hvussu ber tað til, at tey sum hava gjørt hetta tilmæli samstundis mæla til enn fleiri undantøk í lógini um punktgjøld ?? Gera somu atlit til umsitingina av skipanini seg ikki galdandi her ??
Vit halda tað eisini vera óheppið, at einki verður nevnt í tilfarinum, sum vit hava fingið, um hvørjir persónarnir eru, sum hava gjørt tilmælið, sum nú er sent út til hoyringar. Heitt verður á ráðið um at senda okkum upplýsingar, um hvørjir persónar hava orðað hetta tilmæli.

Ítøkjuligu tilmæli tykkara.
Tá mælt verður til at mvg-gjald skal gjaldast av arbeiðsløn í sambandi við bygging og umvæling av egnum sethúsum, so vilja vit mótmæla nevnda uppskoti.
Tað er eftir okkara meting sera lítið umhugsað at mæla til nevndu broyting, tí hetta fer at fáa sera álvarsligar fylgjur fyri okkara ungdóm, sum skal seta búgv, og tað er fyri okkum óskiljandi, at tey sum hava orðað nevnda uppskot als ikki tykist at hava hugsað um hesar avleiðingar.
Vit skulu hava í huga, at arbeiðslønin í sambandi við bygging av einum sethúsum vanliga liggur uml. kr. 400.000,00 til 600.000,00 og ætlaða lógarbroytingin vil tí før við sær ein meirkostnað, sum fer at liggja millum kr. 100.000,00 og 150.000,00.
Tá tilmælið á bls. 5 ber saman nevndu øktu útreiðslur við sparingar í sambandi við keyp av hvít-vørum, sum eftir tilmælinum ikki longur skulu verða álagdar mvg-gjald, so er tað átaluvert, at einki verður nevnt um, at útreiðslurnar til vanligar hvítvørur eru rættuliga nógv lægri enn útreiðslurnar til arbeiðsløn, og at talan tí samanumtikið verður um eina munandi útreiðsluøking.
Hendan útreiðsluøking fer í stór mun at raka tey sum frammanundan eru ringast fyri fíggjarliga, tí ein tílík øking hevur ikki somu ávirkan á eina familju, sum hevur kr. 700.000,00 - 800.000,00 í ársinntøku, sum á eina familju, sum bert forvinnur kr. 200.000,00 - 300.000,00 um árið.
Enn meira asosialt verður tilmælið, tá vit kunnu staðfesta, at familjan við hægru inntøkuni harumframt fer at fáa størri fyrimun av ætlaða skattalættanum.
Somu viðmerkingar hava vit til uppskotið, um at áleggja mvg-gjald á heilivág.
Aftur her verður tað tey, sum frammanundan eru ringast fyri, sum fara at merkja sviðan av hesari útreiðsluøking. Enn meira ivasom er ætlaða broytingin, tá talan eisini í nógvum førum er um fólk, sum eisini dragast við heilsu-trupulleikar.
Vit taka sum heild undir við, at umhvørvisgjald (grønt avgjald) verða løgd á dálkandi virksemi, men hetta eigur ikki at raka tilvildarligar persónar, sum t.d. arbeiðsfólk, sum ikki hava atgongd til kollektiva ferðslu og sum tí eru noydd at koyra í egnum bili til og frá arbeiði. Um broytingarnar verða gjørdar í skrásetingargjøldum og vegskatti, so er alneyðugt at ein skipan verður sett í gildi, sum gevur persónum, har bilurin er alneyðugur, møguleika at fáa endurgoldið part av útreiðslum teirra.
Viðvíkjandi brennioljuavgjøldunum, so skulu vit gera vart við, at tær fyritreytir, sum vórðu í 80-árunum als ikki eru tilstaðar í dag, og tí vilja vit staðiliga til at nevndu avgjøld verða strikaði
Um Landsstýrið ikki vil leggja uppskot fram um avtøku av avgjaldinum á brenniolju, so er hetta enn eitt tekin um, at ætlan landsstýrisins er í fyrstu atløgu at varðveita samlaða skatta- og avgjaldstrýstið, hóast fyritreytirnar í dag eru heilt øðrvísi enn tá reglurnar um slík gjøld vórðu sett í gildi.
Viðvíkjandi ferðaavgjaldinum, so verður á bls. 17 nevnt, at endamálið við at áleggja hesi gjøld upprunaliga var ".. at minka um hugin til uttanlandsferðing føroyinga, minka um peningin teir høvdu til taks at nýta í útlandinum.".
Hetta meta vit sum formyndarí av ringasta slag, tí fyri okkum er tað ein sjálvfylgja, at ta almenna ikki eigur at leggja seg út í hvussu borgarar landsins ynskja at brúka pening sín, og aftur her eru tað tey sum frammanundan hava lægstu inntøkurnar, sum verða rakt harðast, tí her telur hvør króna.

Endaligar viðmerkingar.
Samanumtikið, so meta vit at tann partur av ætlaðu broytingunum, sum fer at økja útreiðslurnar hjá vanliga løntakaranum ikki eiga at verða framdar.
Sum nevnt frammanfyri, so er tað fyri okkum greitt, at talan í veruleikanum er um ein dulda roynd at økja um inntøkur landskassans, og harvið ein øking av samlaða skatta- og avgjaldstrýstinum í samfelag okkara, og tað vilja vit staðiliga mótmæla.
Vit vænta heldur ikki at teir partar av samgonguni, sum siga seg vilja verja áhugamálini hjá vanliga løntakaranum, fara at taka undir við slíkum lógarbroytingum, sum fer at økja um útreiðslurnar hjá vanliga føroyinginum.
Hinvegin, so meta vit tað vera átaluvert, at tey sum hava orðað hetta tilmælið ikki melda greitt út, bæði um hvørjar avleiðingarnar av ætlaðu broytingum fara at verða og eisini, at veruliga ætlanin er at økja um inntøkur landskassans.