Í summar verður eitt stórt víkingatiltak í Mannafellsdali ímillum Kaldbaksbotn og Kollafjørð.
Tað er mentanar- og vinnuframafelagið, Rótvíkingar, sum skipar fyri tiltakinum, ið tey nevna Beserk 2013.
Durita Dahl Djurhuus, verkætlanarleiðari, sigur, at tað var í 1306, at suðuroyingar ikki vildu lata sær lynda at rinda okurskatt til dómkirkjuna, sum Mús, bispur, ætlaði at byggja í Kirkjubø.
Bispur savnaði sær herlið av norðanfjørðsmonnum norðanfyri Hórisgøtu at taka ímóti monnum sunnanfyri, sum høvdu brynjað seg út.
Herliðini brustu saman í Mannafellsdali og tað er hetta borgarakríggið, sum ætlanin nú er at endurskapa.
Víkingatiltakið verður í Mannafellsdali 22. og 23 juni.
Har verður bæði víkingabardagi, har útlendskir og føroyskir víkingar fara at stríðast.
Tað fer eisini at bera til hjá fólki at royna seg í víkingabardaga og ítrótti av ymsum slagi og somuleiðis fer at bera til at royna seg við ymsum víkingaarbeiði og handverki, eitt nú at karða, spinna, flætta bond, kynda eld, mala kron, stoypa ljós og hera prýðislútir úr tini.
Saman við víkingum kanst tú royna teg við bardaga og ítrótti av ymsum slag. Tú kanst eisini royna teg í til dømis at karða, spinna, flætta bond, kynda eld, mala korn, leggja snøru, stoypa ljós og tinsmykkur.










