Endurrinda dagstovnagjald fyri verkfall

- Foreldur, sum hava børn á dagstovni í Nes kommunu, skulu ikki rinda fyri tíðina, tá eingin ansing var undir verkfallinum.

 

Undir arbeiðaraverkfallinum vóru fleiri dagstovnar og skúlar stongdir í dagar og vikur.

 

Soleiðis var eisini á Dagstovnunum í Nes kommunu, har eingin ansing var í tríggjar vikur undir verkfallinum.

 

Í kommununi hava tey nú gjørt av, at foreldur, sum hava børn á dagstovni í Nes kommunu, skulu ikki rinda fyri tíðina, tá eingin ansing var.

 

Tískil verður upphæddin, sum er goldin ov nógv - ella er goldin, meðan eingin ansing var - mótroknað í august, siga tey í kommununi í dag.