Trump: USA vil yvirtaka og eiga Gazageiran

Donald Trump heldur, at USA kann taka ræðið á Gazageiranum og menna økið.

Benjamin Netanyahyu, forsætisráðharri í Ísrael, og Donald Trump, forseti í USA Mynd: Tom Brenner/Reuters/Ritzau Scanpix

USA vil yvirtaka og eiga Gazageiran.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í kvøld á einum tíðindafundi.

– USA vil yvirtaka Gazageiran, og vit gera eitt arbeiði við tí eisini (we'll do a job with it red.). Vit fara at eiga hann og hava ábyrgdina av at taka burtur allar tær hættisligu ósprongdu bumburnar og onnur vápn í økinum, sigur hann.

Hetta hendir eftir at hann hevði fund við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, skrivar tíðindastovan Reuters.

Sambært amerikanska forsetanum skal USA hava ábyrgdina av at taka vápn úr Gaza, og skal eisini veita arbeiðspláss og bústaðir til fólk úr økinum.

Hann endurtekur sítt uppskot um, at palestinar verða fluttir úr Gazageiranum. Hann heldur ikki, at tey skulu hava ábyrgdina av at endurbyggja økið.

Trump sigur, at Gazageirin skal mennast. Sambært Trump er neyðugt at gera okkurt øðrvísi.

 

##med2##

Amerikanski forsetin og ísraelski forsætisráðharrin hava hitst í Hvítu Húsunum í Washington, D.C.

Netanyahu er fyrsti útlendski leiðarin, sum er boðin í Hvítu Húsini í øðrum valskeiðnum hjá Trump.

 

##med3##

 

/Ritzau/

 

Benjamin Netanyahyu, forsætisráðharri í Ísrael, og Donald Trump, forseti í USA Mynd: Tom Brenner/Reuters/Ritzau Scanpix

Benjamin Netanyahyu, forsætisráðharri í Ísrael, og Donald Trump, forseti í USA Mynd: Tom Brenner/Reuters/Ritzau Scanpix

Tíðindafundur eftir fundin millum Benjamin Netanyahu og Donald Trump í Hvítu húsunum eftir fundin teirra millum. Mynd: Leah Millis/Reuters