Var ov drukkin at rýma av staðnum

Ein bilførari er tikin fyri rúsdrekkakoyring í nátt

Hóast seinasta samdøgrið hevur verið av teimum friðarligu hjá løgregluni, so er altíð okkurt smávegis at fáast við. Um nátturðatíð í gjár fekk løgreglan fráboðan um nøkur ung, sum hildu ov nógvan gang. Løgreglan fór á staðið og tosaði við tey um tað, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Tey bæði innbrotini, sum vórðu fráboðað leygarmorunin, annaði á matstovuni Haps í Klubbanum og í matstovuni Etika í Havn, eru bæði uppklárað og innbrotsfólkini, sum vórðu handtikin leygardagin, hava viðgingið innbrotini.

Í morgun klokkan 04:52 ringdi ein kvinna til politiið og boðaði frá, at onkur hevði rent á bilin hjá henni, og hon helt, at viðkomandi var fullur. Løgreglan kom á staðið, og tað vísti seg, at bilførarin var so mikið drukkin, at hann ikki var førur fyri at rýma av staðnum. Hann var handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.