O, Kringvarpið! 4. partur. Hvar er trúvirðið?

Kringvarpið endursendir í kvøld fyri 3. ella 4. ferð 4. part í sendirøðini O, móðurlandið! sum gongur fram til aldarskiftið.

Millum tema´ini, sum hava verið í 1., 2. og 3.  parti, eru m.a. koloniir, fólkamorð (!) og kollapsið av føroyska samfelagnum fyrst í 1990´unum. Í 4. parti verður bjarganin av føroyska samfelagnum umrødd eins og royndirnar at skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki.

 

##med2##

 

Eins og i hinum pørtunum er okkurt av tí, sum verður framborið, rætt (eitt nú, at Poul N. Rasmussen var eitt politiskt kloss) og eigur KvF rós fyri hendan partin. Men at upphevja føroysku fólka(for)førarnar løgmann og varaløgmann í fullveldislandsstýrinum 1998-2004 til farran av bíbilskum dimensiónum, er tað reina blasfemi.

 

Og tíverri er søguforteljingin í hesum parti framvegis so einsporað nationalistisk, at sendingin er meiri villleiðandi og søgufalsan, enn søguliga korrekt. KvF velur hegnisliga viðmerkjarar, sum í størsta møguligan mun stuðla upp undir narrativ KvF´s og tess nationalistisku agenda:

 

 

Viðmerkjarar í 4. parti

 
 

Navn

 
 

Starvsheiti samb. KvF

 
 

Høgni Hoydal

 
 

Varaløgmaður 1998-2004

 
 

Anfinn Kalsberg

 
 

Løgmaður 1998-2004

 
 

Helena D. á Neystabø

 
 

Kanningareygleiðari

 
 

Óli Breckmann

 
 

Fyrrv. løgtings- og fólkatingslimur

 
 

Jóannes Eidesgaard

 
 

Løgmaður 2004-08

 
 

Sjúrður Skaale

 
 

Fólkatingslimur

 
 

Bjarni Djurholm

 
 

Kanningareygleiðari

 
 

Ingi Rasmussen

 
 

Journalistur og útvarpsmaður

 
 

Heini O. Heinesen

 
 

Formaður Tjóðveldisfloksins 1994-2000

 
 

Eirikur Lindenskov

 
 

Javnaðarflokkurin

 
 

Hildur Hermansen

 
 

Kvinnan aftan fyri Høgna Hoydal

 
 

Liljan Weihe

 
 

Løgtingslimur

 
 

Høgni Mohr

 
 

Rithøvundur

 
 

Magni Arge

 
 

Fyrrv. fólkatingslimur

 
 

Páll á Reynatúgvu

 
 

Tjóðveldið

 
 

Eivør Pálsdóttir

 
 

Sangari og tónaskald

 
 

Pætur M. Dahl

 
 

Heimspekingur

 

 

Og ikki nokk við tað, eisini listin yvir bókmentir avdúkar, at bert nationalistiskar bókmentir liggja til grund fyri sendingini:

 

 

Bókmentir, sum eru við í 4. parti

 
 

Rithøvundur

 
 

Heiti

 
 

Høgni Hoydal

 
 

Myten om rigsfællesskabet

 
 

Sjúrður Skaale

 
 

2000 -Tá Føroyar skuldu loysa

 
 

Føroya Landsstýri

 
 

Hvítabók

 
 

Bókmentir, sum ikki eru við í 4. parti

 
 

Richard Mikkelsen

 
 

Færøerne i bankkrisens tegn

 
 

J. Astrup & J.P. Joensen

 
 

Føroyar og bankarnir í 100 ár

 

 

Hetta vísir við allari týðuligheit, at onnur sjónarmið, enn tey hjá loysingarfólki, eru ikki áhugaverd!

 

Landsstýrisskeiðið, har Marita Petersen var løgmaður og skeiðið frá 1994-98, har Edmund Joensen var løgmaður, verða nærum heil lopin um, hóast tað júst vóru hesi tíðarskeið, arbeitt var við at fáa fótafesti aftur eftir kreppuna.

 

Við onkrum lítlum politiskum intermezzo í Javnaðarflokkinum og Verkamannafylkingini, frá tí, at Sambandsflokkurin gerst stóri vinnarin við valið í 94 til Edmund Joensen “leggur kongin” í 98, nevnir sendingin onki um, hví og hvussu vit í 1998 hava “vunnið á kreppuni” og “eitt heilt annað huglag er á føroyingum í 1998”!

 

Ikki eitt orð um, at landsstýrissamgongan frá 94 til 98 broytti alla politisku umsitingina frá kollegialum stýri, har øll og ongin hevði ábyrgdina av nøkrum (og sum átti høvuðsábyrgdina av kreppuni), til ráðharraábyrgd, broytti stýrisskipanina samsvarandi, fekk løgtingið einmælt at krevja eina bankakanning og at enda, tá danska stjórnin dróg samráðingarnar út um bankaendurgjaldið, stevndi donsku stjórnini, fyri at fyrningarfreistin ikki skuldi forða einum endurgjaldi.

 

At fullveldissamgongan so fær æruna fyri bankaendurgjaldinum upp á 2 mia. kr. er ikki annað enn at heysta fruktirnar av arbeiðnum, samgongan frá 94-98 hevði gjørt!

 

Og henda sending er bert 4. av 6 - uha, uha. Sendingin kemur sambært skránni í kvøld mikukvøld kl. 19. Hyggið og lurtið – er hetta veruliga rætt ella tann reina loysingarpropaganda?

 

 

 

Johan Petersen