TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og njótið seks og ein hálvan minutt við hæddarpunktum frá Rás2 frá minniliga HM-dystinum millum Føroyar og Suðurkorea, sum Føroyar vunnu 28-27 (16-12) í einum minniligum gysara.
Tróndur Arge segði frá minniliga dystinum, og Pole J. Hansen var viðmerkjari.
Klokkan 18 í morgin spæla Føroyar oddadyst ímóti Noregi í bólki A. Noreg vann fyrr í dag 31-22 á Ungarn. Týskland vann 51-25 á Chile.
Føroyar, Týskland og Noreg hava fýra stig hvør. Suðurkorea, Chile og Ungarn hava einki stig fingið enn.