Endiliga traðkar ein flokkur fram

Endiliga hevur ein flokkar boðað greitt frá, hvørja støðu hann hevur til fiskivinnunýskipanina, sigur Árni Gregersen.

- Meðan tosað hevur verið um eina fiskivinnunýskipan, hevur verið ógjørligt at finna útav, hvat teir ymsu flokkarnir meina, og tað er tað enn, men nú hevur Sambandsflokkurin sum tann fyrsti spælt út við, hvat hann stendur fyri.

 

Tað sigur Árni Gregersen, journalistur á Ting.fo og politiskur eygleiðari, nú Sambandsflokkurin fyrrapartin hevur lagt fram eitt uppskot um, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra eygleiðingina hjá Árna Gregersen, sum var til staðar á tíðindafindum hjá Sambandsflokkinum.