Higartil hava tað verið Fípan Fagra og Blikur kappast um sigurin hjá 5-mannaførum við dreingjum. Í báðum førum hevur Fípan Fagra verið tann frægari báturin. Á báðum stevnunum hevur støðan verið tann sama millum fimm teir fyrstu bátarnar. Fípan Fagra og Blikur nr 1 og 2, Jallur nr 3, Frúgvin nr. 4 og Ternan nr 5 og so hava Tekla og Hvassi býtt 6 plássið millum sín.
Á Eystanstevnu fingu Ternan og Blikur besta startin, men skjótt byrjaði Fípan Fagra at ota seg framm á hinar. Blikur og Fípan Fagra fóru frá hinum bátunum, har Jallurin lá frammanfyri Frúnni og Ternuni og so Hvassa og Teklu aftast. Blikur lá ein góðan hálvan skut á odda meginpartin av róðrinum, men dreingirnir á Fípuni Føgru byrjaðu at ota seg inn á Blik, tá teir nærkaðust keiini. Sum frá leið legði Frúgvin Jallin og Ternuna aftur um seg. Tá komið var undir Høgaból økti Blikur leiðsluna aftur og vann at enda trygt.
Blikur vann trygt við tíðini 05:20.04, Fípan Fagra bleiv nummar tvey við tíðini 05:21:24 og Frúgvin nummar trý við tíðini 05:26.22. Jallur bleiv nummar fýra, Ternan nummar fimm, Tekla nummar seks og Hvassi nummar sjey.









