NASA hevur gjørt av, at rúmdarferjan Endeavour skal ikki umvælast, áðrenn hon kemur aftur á Jørðina í næstu viku Myndir hava víst, at hitaskjøldurin á Endeavour fekk skaða, tá rúmdarferjan varð skotin út í rúmdina, men NASA heldur ikki, ay skaðin er so álvarssamur, at tað er neyðugt at umvæla hann, áðrenn rúmdarferjan kemur aftur á Jørðina.
Í gjár vandu rúmdarfólkini uttan fyri Endeavour, so tey kunnu vera klár, um tað kortini skuldi víst seg, at skaðin skal umvælast.
Men leiðslan í NASA heldur ikki, ay umvælingin er neyðug.