Endavenda samgonguskjalinum á fundi í Løkshøll

Runavíkar kommuna bjóðar til ráðstevnufund í Løkshøll mikukvøldið 15. februar klokkan 19.00 – 21.30.

Endamálið við hesum fundinum er at seta samgonguskjalið undir lupp, soleiðis, at partarnir, sum onkurvegna verða ávirkaðir av ætlaða politikkinum, sleppa til orðanna, og at landsstýrið/samgongan í mun til hetta fær greitt frá sínum ætlanum.

 

Fundurin er ikki ein fundur um partapolitikk, hetta er ein fundur, sum tekur støði í einum samgonguskjali og teimum áhugamálum í samfelagnum, sum á ymsan hátt verða ávirkað av væntaða politikkinum tey næstu árini.

 

Skrá:

 

19:00 – 19:10 Borgarstjórin bjóðar vælkomin.

 

19:10 – 19:25 Løgmaður greiðir frá ætlanum samgongunar.

 

19:25 – 19:40 Jón Sigurdson, FAG, greiðir frá arbeiðsgevara sjónarmiðum.

 

19:40 – 19:55 Sonja Jógvansdóttir, Samtak, greiðir frá teirra sjónarmiðum.

 

19:55 – 20:10 Hans Kári Vang, KF, - fíggjarligar avleiðingar fyri kommunala geiran.

 

20:10 – 20:25 Magni Laksafoss ger búskaparligar metingar um samgonguskjalið.

 

20:25 – 21:15 Pallborð sum tekur støði í samgonguskjalinum og framløgunum.

 

Við pallborðið sita:

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Regin Jacobsen, stjóri, Bakkafrost.

 

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

 

Tórbjørn Jacobsen, formaður í KF.

 

Fundarstjóri: Ben Arabo

 

Fyrireikararnir siga, at meldast skal til fundin á www.loksholl.fo, og at ein kaffimunnur verður at fáa frá kl. 18.30.