Nú um dagarnar eru tey ivaleyst fleiri næmingar, sum hátíðarhalda, at nú eru tey farin í lesiferiu og sostatt eru bert próvtøkurnar eftir áðrenn summarfrítíðina.
Ella í øllum førum er tað nakað sum bendir á tað, tí klokkan 3 í nátt fekk løgreglan nakrar fráboðanir um larm í Sandavági, har fólk vórðu firtin um larmin, sum stóðst av einari veitslu hjá ungdómum har vesturi.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at í slíkum førum er tað altíð ein meting hjá løgregluni um, hvat man skal senda einasta patruljerandi bilin til. Tí eitt slíkt kvøld eru ikki fleiri bilar hjá løgregluni á ferð runt í miðstaðarøkinum - tað er Streymoy, partur av Eysturoynni og Vágarnar.
– Tí velja vit, um okkara einasti bilur skal fara til Sandavágs at taka sær av larmi frá einari veitslu, ella um tað er nóg mikið við einari telefonsamrøðu, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.