Soleiðis sum vit hava ávarað um, hevur nýggja landsstýrið longu slept einum ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki.
Tað halda tey trý umboðini fyri andstøðuna í Fíggjarnevndini, Aksel V. Johannesen, Kristina Háfoss og Ruth Vang.
Les eisini: Seinasta samgonga hevur skyldina av at pengar mangla í
Løgtingið viðger eitt uppskot um at játta meiri pening til ymisk endamál, og tey siga, at nettupp tað málið er eitt dømi um, at samgongan hevur slept endanum.
– Fyri at dylja hetta, tosar landsstýrið um, at tað er neyðugt við eini eykajáttan tí tað liggja so nógvar ógoldnar rokningar í landsstýrinum. Hetta er beinleiðis ósatt og endamálið er, at úrslitið í ár skal gerst so ringt sum møguligt, halda tey í andstøðuni.
Tað skal gerast soleiðis, at útreiðslurnar í ár skulu verða so stórar sum gjørligt fyri at minka um yvirskotið, og fyri at seta undanfarnu samgongu í ringt ljós. Og samstundis verður tað lættari at fáa eitt gott úrslit á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Eitt nú halda tey, at tað er óneyðugt at játta 21milliónir afturat til Hvalbiartunnilin í ár, og tað er eisini óneyðugt at játta 21 afturat til H bygningin á Landssjúkrahúsinum.
Tað er eisini óneyðugt at framskunda 4,6 milliónir til Talgildu Føroyar - og fyri fyrstu ferð í søguni eru 9,4 milliónir játtaðar til lønarvøkstur, sum eingin veit nakað um.
Tað er enntá so, at peningur loypur av á nøkrum økjum í ár, og sjálvt hendan pening, tekur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki við í eykajáttanina, leggja tey afturat.
Tey vísa á, at í búskaparfrágreiðingini, ið fylgir við fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, verður víst á, at minst 28,4 milliónur loypa av íløgunum í ár.
– Sjálvandi átti landsstýrið at brúkt hetta til at gera eykajáttanina útreiðsluneutrala, sigur andstøðan í Fíggjarnevndini.
Tí heita tey rætt og slætt á samgonguna um at taka hesa eykajáttan aftur og ístaðin koma í Løgtingið við eini nýggjari eykajáttan, ið er grundað á ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, sum tey málbera seg.