Hergeir Nielsen
Løgmaður sigur, at Føroyar fara ikki at samtykkja eina heimildarlóg, har Føroyar verða bundnar at grønlendskum viðurskiftum.
Henda niðurstøða løgmans er kortini eingin trygd fyri, at Føroyar ikki verða bundnar at Grønlendskum viðurskiftum kortini.
Um Fólkatingið samtykkir Grønlendsku heimildarógina, verður hon galdandi fyri Grønland og Danmark.
Henda lóg sigur, at Føroyar og Grønland skulu semjast í uttanríkispolitiskum viðurskiftum, og verða føroysk áhugamál tá løgd undir grønlendska lóg.
Talan er um eina longri prosess, har menn hava sitið á ríkisfundum og lagt ætlanir fyri hesum nýggja politikkinum, har heimildirnar at ráða sær sjálvum úteftir skuldu knæsetast.
Føroyar skuldu ikki hava fleiri konfrontatiónir, segði okkara løgmaður, og føroyskur uttanríkispolitikkur verður nú stungin út í kortið av grønlendska landstinginum. Tað hevur longu samtykt nýggju heimildarlógina og noktar at broyta hana aftur.
Løgmaður hevur í øðrum umfari ligið á knæ fyri danska forsætismálaráðharranum og biðið hann um at duga sær hógv og ikki leggja okkum føroyingar í hetta grønlendska hafti, men til fánýtis.
Hann hevur jú sjálvur tosað nógv um ein pragmatiskan poltikk, har ongar konfrontatiónir skuldu vera, og hann situr nú úti á berajóli.
Samráðingartilgongdin um framtíð Føroya á uttanríkispolitiska pallinum var av so lítlum politiskum týdningi, at hon var hildin á embætismannastigi.
Tá hon var at enda komin, var løgmaður Føroya vendur á trappusteininum, og sendur heimaftur sum av torvheiðum, so sum hann eisini sjálvur málbar seg.
Vit, sum undarast yvir hesa margháttligu tilgongd, standa spyrjandi og slotað eftir uttanríkispolitisku heimildum okkara, sum endaðu í Nuuk?










