Endaði 5-0 á Sandi

B71 er í ringum skørum. Undan dystinum í dag var trýst á liðnum, sum skuldi toga seg upp eftir á stigatalvuni, men tað gekk fullkomuliga galið.

Fyri steðgin skoraði Víkingur tvær ferðir, og tá teir so øktu til 3-0, mest sum doyði heimaliðið.

Seinasta málið skoraði innskifti Martin Olsen, og so er rómurin sjálvandi góður, nú leiðin aftur verður løgd inn í Eysturoynna.