Árliga kirkjurenningin 5. árið á rað.
Eins og undanfarin ár, verður skipað fyri kirkjurenningin gamlaárskvøld. Kirkjurenningin er frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju og aftur. Í ár er 5. árið, at suðringar fara út at renna millum kirkjur gamlaárskvøld.
Finn Johannesen, ið skipar fyri tiltakinum saman við øðrum handan rennifelagið Hvistan, sigur, at hópurin gerst størri og størri fyri hvørt ár, og minna á, at tað ikki einans eru tey rennandi, ið eru vælkomin. Eisini ber til at ganga ella súkkla, um ein heldur vil tað. Teinurin er um átta kilometrar.
- Tað byrjaði nokk so smátt, við einum hugskoti, eg fekk, sigur Finn Johannesen. Fyrsta árið var veðrið heldur ivasamt og renningin byrjaði tíðliga á morgni, men hóast hetta, so var Finn Johannesen ovfarin av, hvussu nógv møttu upp.
Sum vant í Føroyum, so er ilt at spáa, serliga um veðrið, fyri at umskriva kendu endurgevingina.
- Vit hava havt alt av veðri hesu árini, men tað tykist ikki at darva rennarunum nakað serlig. Vit hava havt hálku, góðveður, regn og okkurt árið rættiliga fitt av vindi, men kortini er tiltakið væl umtókt, sigur Finn Johannesen.
Í ár hava stívliga 30 fólk boðað frá luttøktu umvegis Facebook, og Finn Johannesen sigur, at tað er nógv meiri, enn hann hevði droymt um, tá hann fór undir tiltakið fyri fimm árum síðani.
- Talið av luttakarum verður kanska nakað fleiri enn hetta, við tað at bæði VB og FC Suðuroy hava boðað frá, at teir eggja sínum spælarum at luttaka, sum part av venjing teirra. Aldursbýtið á luttakarunum spennir seg frá umleið 13 árum til nærum 70 ár.
Finn Johannesen fegnast eisini um, at fleiri nýggjársgestir taka lut á hvørjum ári.
- Bæði fólk, ið hava røtur her suðuri og eru komin at vitja familju og halda nýggjár, men eisini aðrir gestir, ið einans eru komnir at uppliva nýggjárshaldið, eru røsk at halda seg framm at og taka lut í kirkjurenningini.
Túrurin byrjar klokkan 10 gamlaárskvøld við Vágs kirkju og fyriskipararnir minna á, at skilagott er, at hava eina heita troyggju at skfita í, eftir sjálvan túrin.
Túrurin endar sjálvandi við stóra morgunmatarborðið, sum nýggjársnevndin bjóðar til í Bridge- og billardhúsinum.
Tað eru fólk handan rennifelagið Hvistan, sum skipað fyri tiltakinum. Hvistan hevur regluliga venjing í Hvalba eina ferð um vikuna og í Vági tvær ferðir um vikuna. Eisini fara teir at skipa fyri einum rørsluátakið í Vági í januar.