Emma og Harry fara av vakt

Fríggjadagurin hin 21. desember var seinasti arbeiðsdagur hjá hjúnunum, Emmu og Harry Hansen, eftir 32 ár í svimjihøllini í Tofta skúla. Nýggju leiðararnir verða Petur Hans Hansen og Jaspur Langgaard.

- Í samband við stóru útbyggingina av Tofta skúla, sum varð liðug í oktober í 2007, var móttøka fyri Emmu og Harry, har kommunan takkaði teimum fyri trúgva tænastu. Nógv fólk nýttu eisini høvi at heilsa teimum við at tey tá skuldu gevast sum leiðarar fyri svimjihøllina.

Tað veit Nes kommuna at siga.

Lagt verður aftrat, at Nes kommuna tá søkti eftir fólki til at avloysa Emmu og Harry í hesum starvi, men eingin umsókn var tá til starvið.

- Heitt varð síðan á tey um at halda fram eina tíð aftrat. Tað gjørdu tey gleðiliga og hava tey nú verið heili fimm ár aftrat í hesum starvi.

Tað var í 1981, at Harry varð settur sum húsavørður við skúlan, og Emma fekk starv í svimjihøllini. Nú eftir 32 ár í sama starvi, er so nýtt fólk sett at passa høllina.

Nes kommuna sigur, at Petur Hans Hansen og Jaspur Langgaard koma at deila vaktirnar í svimjihøllini.

Á myndini eru Emma og Harry saman við Peturi Hans og Jaspuri. Uttast høgrumegin, Símun Johannesen, borgarstjóri.