Emma metsølu

Tað gongur valla ein dagur uttan vit hoyra ?Babu?, ?Tú ert mítt summar?, ?Eg kenni Petur? ella onkran annan av sangunum á fløguni ?Hetta er eisini mítt land? hjá M´as Blues Band. Babu er meir ella minni vorðin ein landaplága og hevur sangurin eisini vunnið sær fótafesti innan almenna føroyska hitlistan

 

Útgáva

Fyrsta uppleggið var uppá 1000 fløgur. Síðani varð fløgan enn einaferð endurprentað - enn eitt upplegg uppá 1000 fløgur. Og nú er fløgan aftur nærum útseld kring landið.

? Tað eru nakrar fáar fløgur sum eru úti á marknaðinum í løtuni, men fløgan er so gott sum útseld, fortelur Jòannes Jacobsen, sum staðið hevur á odda fyri fløguútgávuni.

Fløgan hevur verið á marknaðinum ógvuliga stutt. Hon kom út síðst í november og longu nú er triðja endurprentingin á 500 eintøk á veg.

? Sjálvandi eri eg ógvuliga glaður fyri hetta, sigur Jóannes Jacobsen.

? Tað er næstan so, at man verður rørdur. Fyrsta uppleggið ljóðaði jú 1000 fløgur, og hildu vit, at um vit kláraðu at selja tað, so var tað ógvuliga gott. Hetta er mestsum fantastiskt. Eftirspurningurin er framvegis stórur. Fleiri fólk hava ringt til mín og spurt eftir fløguni. So nú í vikuni koma 500 fløgur afturat, so øll sum ynskja tað kunnu ogna sær fløguna.


Metsøla


3´arin gevur fløguna út. Høgni Zachariassen frá 3´aranum veit so mikið at fortelja, at hetta er metsøla í ár. Ongin fløga hjá teimum hevur selt so nógv uppá so stutta tíð. Men var hetta ikki yvir allar væntanir?

? Bæði og, sigur Høgni Zachariassen.

? Vit vistu beinanvegin, at hon kundi selja væl. Babu er ein sangur sum øll kenna, og hetta er nóg mikið, at fólk festa seg við fløguna og keypa hana. Men hetta er heilt vist ikki av tilvild.

Tey, sum ynskja at ogna sær sangirnar hjá Emmu og hennara fólkum, skulu ikki bíða leingi afturat. Triðja uppleggið verður á marknaðinum aftur í vikuni, so øll kunnu fáa Emmu í jólagávu, sum ynskja tað.