Nøkur fáa íblástur í náttúruni, onnur fáa góð hugskot, áðrenn tey leggja seg at sova, men Eminem fær góð hugskot, tá ið hann situr á WC?inum. Hetta sigur hann í nýggju sjálvbiografi síni.
- Eg sat á WC?inum og tað kom nógv gott tilfar burtur úr tí. Knappliga fann eg uppá eitt navn ? tá var eg rættiliga lítil og spinkul ? Slim Shady. Og so fann eg skjótt upp á eina rúgvu av orðum, sum rímaðu upp á tað navnið.
Tá ið hann langt um leingi fór frá kummuni aftur, kundi hann næstan ikki steðga við at skriva aftur?