- Embætismenninir gjørdu røðuna politiska

- Eg havi ikki nýtt røðuna hjá drotningini til politikk. Tað eru embætismenninir í forsætismálaráðnum, sum hava gjørt røðuna politiska, sigur Høgni Hoydal í sambandi við viðmerkingarnar hjá Hans Engell.

Hans Engell, chef-redaktørur á Ekstra Blaðnum, segði um vikuskiftið, at Høgni Hoydal er órímiligur, og sjálvt ikki teir mest republikansku donsku politikararnir høvdu nýtt drotningarøðuna í politiskum stríði.
Men Høgni Hoydal sigur, at hann hevur ikki nýtt røðuna hjá drotningini til at føra politikk. Tjóðveldisformaðurin sigur, at tað eru embætismenninir í forsætismálaráðnum, sum hava gjørt røðuna politiska.
Høgni Hoydal sigur eisini, at hetta hevði ikki gingið, um okkurt líknandi hendi í Danmark.
- Lat okkum taka eitt dømi. Um svenski kongurin kom til Danmarkar og úttalaði seg um útlendingalógina, so kann man spyrja, hvat danskir politikarar høvdu sagt, sigur Høgni Hoydal.
- Hans Engell dugir ikki at síggja henda vinkulin. Um hetta hendi í Danmark, so hevði støðan verið ein heilt onnur. Tá høvdu Hans Engell og aðrir verið skjótir at funnist at. Men nú hendi tað í Føroyum, og tá er tað í lagi, sigur Høgni Hoydal.