Hondbólts-Føroyar telja niður til dystin hjá føroyska manslandsliðnum móti Eysturríki í Bregenz í EM-undankappingarbólki 4, sunnudagin klokkan 17. Samstundis spæla hini bæði liðini í okkara bólki, Ukraina og Rumenia í Týsklandi.
Føroyar kunnu við sigri tryggja sær sætið í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar í 2024. Um vit tapa er vónin, at vit kunnu enda millum fýra teir bestu tríararnar. Men við í roknstykkinum er eisini, at Ukraina ikki vinnur á Rumenia, ella vinnur ein sigur sum er sjey mál ella minni.
Í løtuni sær tríararoknskapurin soleiðis út, har bara úrslitini móti nummar eitt og tvey í bólkinum telja:
##med2##
Allir 16 dystirnir í teimum átta EM-undankappingarbólkunum vera spældir sunnudagin klokkan 17.
Tey styrkismettu liðini hava heimavøll í tí seinasta dystinum. Miðaloddsini hjá veddingarfyritøkunum vísa, at veddingarfyritøkurnar halda, at tey veiku londini hava lítlan og ongan møguleika móti tí hægri styrkismetta landinum á útivølli.
Føroyar hava sambært veddingarfyritøkunum tann næstfrægasta møguleikan av øllum lægst styrkismettu liðunum, ið eru á útivølli kring Evropa sunnudagin klokkan 17. Tað er bara Rumenia á útivølli móti Ukraina, ið hevur ein betri møguleika.
Her síggjast miðaloddsini fyri teir 16 EM-undankappingardystirnar:
##med3##













