Enn er EM-gullið í 1992 størsta og fremsta avrikið hjá danska fótbóltslandsliðnum nakrantíð. Hetta kann sjálvandi broytast um danska landsliðið vinnur á Onglandi í EM-hálvfinaluni á Wembley leikvøllinum í London komandi mikukvøld, og eftir tað vinnur EM-finaluna móti antin Italia ella Spania.
Í samband við, at Danmark hevur verið medvertur til EM-endaspælið í summar hevur DBU skipað fyri einari serligari EM-framsýning, ið hevur ferðast kring Danmark. Millum søguligu savnslutirnar hevur verið landsliðstroyggjan gamla EM-málhetjan hjá Danmark, og fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen hevði í EM-hálvfinaluni móti Niðurlondum í 1992, ið Danmark vann aftaná brotssparkskapping. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 2-2. Henrik Larsen skoraði bæði tey donsku málini.
EM-framsýningin er nú komin til Ofelia Plads í Keypmannahavn, men nú er søguliga landsliðstroyggjan hjá Henriki Larsen frá 1992 ólukkutíð stolin.
Nú hevur Henrik Larsen lagt út eini boð við mynd út á Instagram har hann heitir á tann sum hevur stolið søguligu landsliðstroyggjuna um at koma aftur við troyggjuni skjótast møguligt. Henrik Larsen heitir eisini á fólk sum bera eyga við troyggjuna, ið hevur hansara autograf við aðra øksluna um at siga danska fótbóltssambandinum, DBU frá beinavegin.
Henrik Larsen heldur, at tað er alt ov langt úti, at ein tilfeldigur fjeppari skal ganga runt við søguligu landsliðstroyggjuni frá 1992. Landsliðstroyggjan ger nógv meira nyttu sum partur av EM-framsýningini, heldur Henrik Larsen avgjørdur.
Henrik Larsen skoraði bara fimm landsliðsmál fyri Danmark. Men hann valdi løtuna væl tá hann til EM-endaspælið í 1992 skoraði trý mál.











