Klokkan 17 seinnapartin er sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.
Tá spæla okkara menn í Mercedes Benz Arena í Berlin sera avgerandi dystin í innleiðandi EM-bólki D móti Pólandi. Klokkan 19.30 spæla hini bæði liðini í okkara bólki, Slovenia og Noreg.
Skulu Føroyar vinna seg víðari til millumumfarið mugu okkara menn vinna á Pólandi, og so má Slovenia samstundis vinna á Noregi við trimum málum ella fleiri.
Tað vera tveir royndir spanskir dómarar, ið koma at døma dystin millum Póland og Føroyar.
Andreu Marín Lorente og Ignacio Garcia Serradilla hava nógvar altjóða royndir, og teir hava dømt dystir í nógvum endaspølum hjá bæði kvinnum og monnum.