EM: Nagelsmann hevur tikið út týska bruttohópin

Týski landsliðsvenjarin, Julian Nagelsmann hevur fyribils tikið út 27 leikarar

Julian Nagelsmann

Týski landsliðsvenjarin, Julian Nagelsmann hevur tikið út ein bruttohóp til EM-endaspælið í fótbólti á heimavølli.

 

Týskland er í innleiðandi bólki saman við Skotlandi, Ungarn og Sveis. Setanardysturin móti Skotlandi verður leiktur fríggjakvøldið 14. juni.

 

27 leikarar eru í bruttohópinum hjá Julian Nagelsmann. 26 leikarar skulu manna EM-hóparnar, so Nagelsmann nýtist bara at vraka ein leikara. 

 

HER er týski EM-bruttohópurin: 

 

Málverjar:

Oliver Baumann

Manuel Neuer

Alexander Nübel

Marc-André ter Stegen

 

Verjuleikarar:

Waldemar Anton

Benjamin Heinrichs

Joshua Kimmich

Robin Koch

Maximillian Mittelstädt

David Raum

Antonio Rüdiger

Nico Schlotterbeck

Jonathan Tah

 

Miðvallarar:

Robert Andrich

Chris Führich

Pascal Gross

Ilkay Gündogan

Toni Kroos

Jamal Musiala

Aleksandar Pavlovic

Leroy Sané

Florian Wirtz

 

Áleyparar:

Maximilian Beier

Niclas Füllkrug

Kai Havertz

Thomas Müller

Deniz Undav

 

Julian Nagelsmann