EM-lutakast: Kjartan og Satchwell ynska Týskland og 50.000 áskoðarar

(EM) Her eru liðini Kjartan Johansen og Nicholas Satchwell ynska at koma í bólk saman við til EM-endaspælið í Týsklandi í januar

Í morgin klokkan 16.45 verður hátíðarstund hjá føroyskum hondbólti og hjá føroyskum ítrótti. 

 

Tá verður EM-lutakastið í Düsseldorf í Týsklandi, har vit skulu parast við trý onnur lond í einum innleiðandi bólki. 

 

Føroyar eru saman við Montenegro, Sveis, Rumenia, Grikkalandi og Georgia í tí fjórða og niðasta styrkisbólkinum.

 

Fýra norðurlond eru í ovasta styrkisbólkinum Norðurlond eru sterk í hondbólti, og sannlíkindini fyri, at vit koma í bólk við eitt norðurland eru rættiliga stór. Í ovasta styrkisbólkinum eru bæði Danmark, Svøríki, Ísland og Noreg. Hini bæði liðini í ovasta styrkisbólkinum eru Spania og Frakland. Í næstovasta styrkisbólkinum eru Týskland, Niðurlond, Ungarn, Slovenia, Portugal og Eysturríki. Í triðja styrkisbólkinum eru Kroatia, Póland, Kekkia, Serbia, Norðurmakedonia og Bosnia Hersogovina. Longu nú er staðfest, at Ísland verður í bólki C, og fer at spæla sínar bólkadystir í München. Noreg verður í bólki D, og fer at spæla sínar bólkadystir í Berlin. Svøríki verður í bólki E, og fer at spæla sínar bólkadystir í Mannheim. Danmark verður í bólki F, og fer at spæla sínar bólkadystir í olympisku høllini í München.

 

Spurdur hvønn hann ynskir at vera í bólki saman við svarar málverjin Nicholas Satchwell: - Dreymabólkurin vildi verið at komið í bólk A, og sloppið at spælt EM-setanardystin frammanfyri 50.000 áskoðarum í Düsseldorf móti júst Týsklandi. Um tað ikki letur seg gera, so vil eg siga dystir móti Íslandi, Niðurlondum og Bosnia í München, sigur Nicholas Satchwell.

 

Kjartan Johansen sigur: - Ísland tí tað hevði verið stuttligt loksins at sloppið at spælt ímóti teimum. Og so ynski eg Týskland, tí tað hevði verið ein villur stemningur til tann dystin, sigur Kjartan. Kjartan dugir ikki seta orð á hvat lið hann ynskir úr styrkisbólki 3, men slær fast, at tað verður, ið hvussu er móti tí liðnum, at ein sigur má knógvast heim.