EM-hópurin hjá Ungarn er klárur

Ungarn, sum Føroyar møtir á Tórsvølli 6. september hevur kunngjørt sín EM-hóp

Ungarn hevði tungt hoyggj at syfta Føroyar í EM-undankappingini. Var tað ikki fyri ein veikan, eysturríkskan dómara, so er ikki víst, at teir høvdu vunnið ein tepran 2-1 sigur á Føroyum í Budapest í fjør. Á heysti í 2014 vann Ungarn ein tepran 1-0 sigur á Tórsvølli, og 6. september vitjar Ungarn aftur á Tórsvølli, hesaferð í komandi HM-undankappingini. Stórur spenningur er í Føroyum, um vit hesaferð megna at vinna eitt stig aftaná tvey tepur tap ímóti Ungarn. 

 

Ungarn skal í summar kappast í EM-undankappingini. Ungarn er í bólki saman við Portugal, Eysturríki og Íslandi. Dysturin ímóti Íslandi verður leygardagin 18. juni í Marseille. Hetta er fyrstu ferð í 30 ár, at gamla fótbóltsstórveldið, Ungarn kappast í einum EM- ella HM-endaspæli.

 

Bernd Storck, landsliðsvenjari hjá Ungarn hevur kunngjørt sín 23 manna EM-hóp, sum sær soleiðis út :

 

Málverjar: Gá­bor Ki­rály  (Swiet­el­sky-Hala­dás), Dé­nes Di­busz  (Ferencváros), Péter Gulácsi (RB Leipzig). 

 

 

Verjuspælarar: Attila Fiola (Pu­skás Aka­démia), Barna­bás Bese (MTK Bu­dapest), Richárd Guzmics (Wisla Kraków), Roland Ju­hász (Vi­deot­on FC), Ádám Lang (Vi­deot­on FC), Tamás Ká­dár (Lech Pozn­an), Mihály Kor­hut (DVSC-Teva). 

 

 

Miðvallarar: Ádám Pintér (Ferencváros), Gergo Lovrencsics (Lech Pozn­an), Ákos Elek (DVTK), Zoltán Gera (Ferencváros), Ádám Nagy (Ferencváros), László Klein­heisler (Wer­der Bremen), Zoltán Stie­ber (Nürn­berg). 

 

 

Áleyparar: Balázs Dzsudzsák (Bursa­spor), Ádám Szalai (Hanno­ver), Kriszti­án Né­meth (Al-Gharafa), Nem­anja Ni­kolics (Leg­ia Warszawa), Tamás Pri­skin (Slov­an Brat­islava), Dániel Böde (Ferencváros).