EM 2024 verður í Týsklandi

UEFA hevur í dag kunngjørt, at EM-endaspælið í 2024 verður í Týsklandi

Evropesiska fótbóltssamgongan – UEFA – hevur í dag kunngjørt, at EM-endaspælið í 2024 verður í Týsklandi. Valið stóð millum Týskland og Turkaland.

 

- Hetta er tvey góð boð frá tveimum stóru fótbóltstjóðum, men vit kunnu tíverri bara velja eitt av teimum, sigur Aleksander Ceferin, forseti í UEFA.

 

Týskland var í 2006 vertur fyri HM-endaspælinum. Eitt endaspæl, sum fekk nógv rós fyri framúr góða fyriskipan. Mett verður, at góðu leikvøllirnir í Týsklandi eisini eru ein fyrimunur, sum gjærdi at Týskland vann rættin at hýsa EM 2024.

 

Áðrenn vit koma til EM 2024, so verður EM 2020 um tvey ár. Tað endaspælið verður spælt í 12 londum kring Evropa.